+298263132 chris@chrisaid.fo

Fyrstuhjálparskeið

Fyrstuhjálparskeið kunnu skipast uppá nógar ymiskar mátar. Skeiðið kann ikki taka stytri enn 4 klokkutímar, men kann eisini taka fleiri dagar. Alt eftir tørvinum skipa vit frálæru, ið nøktar tørvin hjá kundanum. Onkur er undirlagdur krøv um longd av skeiði ella innihaldi. Fyri onnur er tað bara eitt gott hugskot, at frálæran fevnir um tey evnir, ið eru viðkomandi fyri teg sum kunda. Hvørjir vandar eru á tínum stovni, virki ella frítíðar ítrivi?

Vit vita at tað, til tíðir, kann vera trupult hjá fólki at hava tíð ella hjá einum arbeiðsgevara at kunna senda nógv fólk hjá sær úr framleiðsluni og á skeið.

Eitt 4 tíma grundskeið fevnir um tilgongd til fyrstuhjálp, ABC, fólk, ið hava sett í hálsin, lívleys fólk, hjartasteðgur, brúk av hjartastoytara, v.m.

Møguleiki er at byggja skeiðið víðari til at nøkta tørvin. Tað kann t.d. vera bløðingar, sjúkur ella brandsár.

English: We also offer First Aid courses in English. Keep an eye out on our website for future courses or please contact us at +298263132