+298263132 chris@chrisaid.fo

Coaching

Hugtakið coaching verður brúkt í nógvum ymiskum samanhangum, m.a.í ídrátti, terapi, undirvísing, leiðslu og persónligari menning.

Coaching snýr seg um at hjálpa fólki at finna útav hvat tey vilja – mangan á yrkisleiðini – hvat er tað, ið forðar teimum at náa síni mál og síðani at hjálpa teimum at náa tey.

Coaching er eitt amboð, ið verður brúkt til, at ein persónur fær hjálp til at finna svarið sjálvur, og sostatt kemur fram til sína egnu niðurstøðu.

Í nógv ár hevur coaching verið brúkt av ídráttarfólki til at økja um teirra avrik.

Coaching byggir á samrøðu og tekur útgangstøði í einum, longu nágreinaðum, máli ella trupulleika og hjálpir tí, ið fær coaching fram móti málinum.

Eisini verður coaching brúkt til leiðarar og kjarnustarvsfólk í vinnulívinum. Hátturin kann m.a. stíla móti at menna einkultpersónar og organisatónir til betri avrik enn annars møgulig.

Sært tú ein tørv hjá tær ella kanska tínari organisatión ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri.