+298263132 chris@chrisaid.fo

Ferðslurelatera fyrstuhjálp

Tá ein skal taka koyrikort til vanliga bil (bólk B) – prutl og tá ein skal taka, ella endurnýggja, koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, krevst eisini ferðslurelaterað fyrstuhjálparskeið. Hetta er eitt skeið, ið tekur 8 klokkutímar har luttakaranir læra grundleggjandi fyrstuhjálp og hvussu ein skal gera í.s.v. ferðsluvannlukkur.

 Tey, ið taka koyrikort til bil læra um tað, ið kann henda við bili meðan tey, ið taka koyrikort til prutl læra hvat um hvat kann henda við prutli.

Vanliga eru fyrstuhjálparprógv galdandi í 2 ár, men í.s.v. koyrikort krevur ferðslumynduleikin at prógvið ikki er eldrið enn 1 ár til koyriroyndina ella til endurnýggjanina av koyrikortinum

 

English: We also offer First Aid courses in English. Keep an eye out on our website for future courses or please contact us at +298263132